Samlaða úrslitið hjá vinnuni minkaði nógv frá 2007 til 2008

Flestu føroyingar munnu hava ta fatan, at virksemið í føroyska vinnulívinum sveiggjar nógv. At hetta er so, sæst eisini í hagtølunum, tó at munur er á vinnum. Hagstovan hevur nú gjørt úrslitið upp hjá vinnuni fram til 2008.

class=image-580px-breidd

Myndin omanfyri vísir, at sveiggini síðani 2002 serliga hava verið í tilfeingisvinnum, tó at eisini framleiðsluvinnurnar og tænastuvinnurnar sveiggja lutfalsiga nógv.

Tað er tó munur á gongdini í teimum stóru tilfeingisvinnunum, sum tað sæst á myndini niðanfyri. Hjá feløgunum í feskfiskavinnuni, t.e. stórtsæð skip, ið royna eftir botnfiski við Føroyar, gekk tað nøkurlunda fram til 2002. Síðani hevur tað bara gingið eftir hæli, tó við einum lítlum glotta í 2005 og 2006. Onnur fiskiveiði gongur betri enn feskfiskiveiðan, men hon sveiggjar nógv og munur er á vinnum. Tað gongur frægast hjá uppsjóvarflotanum, meðan tað gongur nakað verri hjá verksmiðjutrolarunum. Og heilt illa hevur sum heild gingið hjá rækjuskipunum. Vert er at leggja merki til, at serliga góða úrslitið hjá uppisjóvarflotanum í 2006 í stóran mun stavaði frá kapitalpørtum og óvanligum inntøkum.

class=image-580px-breidd

Víst verður annars til hagtalsgrunninhar vinnan er býtt í tilsamans 41 vinnugreinar (høvuðstølini eru har nú, býtt á vinnugreinar verður lagt út í vikuni). Umframt samlaða raksturin og javnan fyri hvørja vinnugrein, síggjast eisini nøkur lyklatøl.