Fólkatalið vaks við 24 fólkum í juni

Fólkatalið 30. juni var 48.805.

Fyrsta hálvár í ár vaks fólkatalið við 192 fólkum, tað eru fimm færri enn sama tíðarskeið í fjør. Vert er at viðmerkja, at 19 færri børn vórðu fødd fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør, hinvegin doyðu 36 færri sama tíðarskeið. Samstundis fluttu 38 fólk færri av landinum og 60 færri fluttu til Føroya.

Fólkavøksturin fyrsta hálvár í ár sammett við í fjørð skyldast sostatt færri deyðsføllum.

Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum fyrra hálvár 2010. Tað var bert Sandoyar Sýsla i hevði negativt burðaravlop, tvs. at fleiri doyðu enn tað vóru fødd. Nettotilflyting var bert í Eysturoy og í Tórshavn. Fólkatalið minkaði í Sandoyar Sýslu og í Suðuroy. Tórshavn fór við bróðirpartinum av fólkavøkstrinum.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum