Yvir 20 mió. kr. meira útgoldið í lønum í juli

Tað vóru góðar 20 mió. kr. meira útgoldið í lønum í juli. Hetta er 3,7% meira enn í juli í fjør. Orsøkin til framgongdina er, at innan fiskivinnu var væl meira útgoldið í juli eins og tað almenna hevði ein lítlan vøkstur.

Higartil í ár eru útgoldnar 26 mió. kr. meira enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er minni enn 1%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum