Fólkatalið vaks við 104 fólkum í juli

Fólkatalið 31. juli var 48.917

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vaks fólkatalið við 311 fólkum, tað eru 57 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Vert er at viðmerkja, at 24 færri børn vórðu fødd samanborið við í fjør, hinvegin doyðu 42 færri sama tíðarskeið. Samstundis fluttu 21 fólk færri av landinum og 18 fleiri fluttu til Føroya.

Fólkavøksturin fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við sjey mánaðirnar í fjør skyldast sostatt tilfyting og færri deyðsføll.

class=image-580px-breidd

Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum, býtt á økir, fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Tað var bert Sandoyar Sýsla i hevði negativt burðaravlop, tvs. at fleiri doyðu enn tað vóru fødd. Nettofráflyting var í Norðoyar, Sandoyar og Suðuroyar Sýslu. Tórshavn fór við bróðirpartinum av fólkavøkstrinum.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum