Færri drúgvar nýtsluvørur

Innflutningurin er nógv minkaður seinastu tvey árini og minkingin umfatar so at siga allar vørur.

Fyrra hálvár 2007 og 2008 innfluttu vit fyri útvið 2,8 mia. kr. og fyrra hálvár í ár fyri 2,2 mia. Størsta minkingin var frá 2008 til 2009. Innflutningurin minkar framvegis, tó ikki eins skjótt.

Frá 1994 til í fjør er innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaksin á hvørjum ári. Fyrra halvár í áreru, í mun til 2008, innflutt 16% minni av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.

Er keypið av matvørum bert lækkað við 4%, so er innflutningurin av sokallaðu drúgvu nýtsluvørunum nógv afturfarin.

class=image-580px-breidd

Drúgvar nýtsluvørur eru eitt nú hvítvørur, sjónvørp, myndatól, møblar, teppir, smúkkur og ur. Fyrra hálvár í ár hava vit innflutt 35% minni av hesum vørum, samanborið við sama tíðarskeið í 2008.

Drúgvar nýtsluvørur eru eyðkendar av, at tær hava eina livitíð yvir eitt ár. Tí kann ofta verða drálað við at skifta hesar vørur út, um fíggjarligu útlitini gerast døpur.

class=image-580px-breidd

Hyggja vit nærri at hvørjum vørum vit innflyta minni av, er tað serliga møblar o.l.  Havandi í huga, at bygging av nýggjum húsum er minkað seinastuárini, er hetta helst ikki so løgið.

Næst størstu minkingina síggja vit í útvarps og sjónvarpstólum, har innflutningurin er farin niður við einum triðingi.

Vit hava her bert hugt eftir innflutninginum ívirði.Tí kann ikki við vissu sigast um færri vørur verða keyptar, ella um skift verður frá dýrari til bíligari vørur. Tá talan er um so stóra minking, sum vit her hava, er helst talan um bæði minkandi nøgd, og at bíligari vørur verða valdar framm um tær dýraru.

Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum