Lønargjaldingarnar 68 mió. kr. hægri í summar

Fram til mai mánaða var áleið tað sama útgoldið í lønum samanborið við árið fyri, men síðan tá hevur verið framgongd hvønn mánaða. Orsøkin er, at tað framvegis verður útgoldið meira í hýrum, samstundis sum framleiðslu- og tænastuvinnur á landi seinastu mánaðirnar ikki hava havt eins stóra afturgongd.

Frá juni til august vóru 68 mió. kr. meira útgoldnar í lønum, samanborið við sama tíðarskeið 2009. Størsti parturin av framgongdini var í fiski- og ráevnisvinnunum, har 57 mió. kr. meira vórðu útgoldnar. Hetta er nærum 23% meira enn í fjør. Í byggivinnuni og aðrari tilvirking er framvegis minking í lønunum, men er afturgongdin nú 3,6% sum er væl minni enn hon hevur verið. Í privatu tænastuvinnunum var tað sama útgoldið í tíðarskeiðnum juni til august.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum