Færri løntakarar innan tað almenna

Í juni vóru 24.391 løntakarar og er tað 767 færri enn í juni í fjør, hetta er ein minking upp á 3%. Tað er bert innan fiski- og aðrar ráevnisvinnur at tað eru fleiri løntakarar. Í hinum høvuðsvinnugreinunum er minking.

Størsta minkingin er innan byggivinnu og aðra tilvirking har tað vóru 7,6% færri fólk til arbeiðis. Innan privatu tænastuvinnurnar vóru 437 færri til arbeiðis sum er ein afturgongd upp á 5,2%.

Seinastu 8 mánaðirnar hava tað verði færri løntakarar innan almenna fyrisiting og aðrar tænastur. Gaman í er afturgongdin lítil, men í juni vóru tað kortini yvir 100 færri løntakarar.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum