Avreiðingarvirðið hækkað munandi

Avreiðingartølini fyri tríggjar teir fyrstu ársfjóðringar av 2010 eru nú tøk í hagtalsgrunninum.

Um hugt verður eftir hesum trimun ársfjóðringunum av 2010 í mun til sama tíðarskeið 2009 sæst, at avreiðingarvirðið er hækkað munandi - góðar 120 milliónir, ella áleið 20%. Avreiðingarnøgdin er samantalt nakað tann sama sum í fjør.Av botnfiski er nakað minni avreitt í ár. Hetta kemst av, at nógv minni av upsa er komið uppá land samanborið við í fjør – um 20 %. Sjálvt um nógv minni er fiskað av upsa í ár, so er virðið  vaksið. Av toski er nærum helvtina so nógv avreitt í ár og er virðið økt 70%. Hýsufiskiskapurin hevur verið nakað tann sami í ár, meðan avreidda virðið á hýsuni er økt við meira enn einum fjóðringi.

Eisini av øðrum botnfiski so sum brosmu, longu og blálongu er bæði nøgd og virðið nógv økt í mun til í fjør.

Av flatfiski er nakað minni avreitt í ár og er virðið samantalt minkað nakað. Serliga er avreidda nøgdin av svartkalva nógv minni í ár samanborið við í fjør.

Samanumtikið kann staðfestast, at avreiðingarvirðið higartilí árroynist væl betri fyri at kalla øll fiskasløg um samanborið verður við sama tíðarskeið 2009, ein skal tó hava í huga, at 2009 var samanumtikið eitt vánaligt ár, bæði tá talan var um avreiðingarnøgd og fiskaprísir.

class=image-580px-breidd