Prísvøksturin eitt vet upp

Vøksturin í brúkaraprístalinum er framvegis lítil. Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Annan ársfjórðing var samsvarandi árligi prísvøksturin 0,5 prosent.

Brennievni og brennivín

Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest seinasta árið, hóast ein lítil príslækking hevur verið seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er nú 15,4 prosent hægri enn fyri einum ári síðani og prísurin á brennievni til akfør 8,8 prosent hægri. Eisini prísirnir á rúsdrekka eru farnir nógv upp seinasta árið (4,6 prosent). Tað er tann sterkari løgurin, sum hevur mestu ávirkanina.

Býliskostnaðurin samanlagt er farin 1,3 prosent niður, sjálvt um brennioljuprísurin er hægri nú enn fyri einum ári síðan. Tað er fyrst og fremstroknaða miðalrentan á íbúðalánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður.

class=image-580px-breidd

Grønmeti og kjøt

Triðja ársfjórðing var brúkaraprístalið 116,2 samanborið við 115,9 annan ársfjórðing. Tað er ein hækking upp á 0,2 prosent. Prísvøksturin stendst mest av dýrari matvørum. Seinasta ársfjórðingin eru prísirnir á grønmeti hækkaðir 4,5 prosent og á kjøti 1,8 prosent. Samanlagt eru matvøruprísirnir farnir 0,9 prosent upp. Eisini prísirnir á innbúgvi, húsbúnaði o.l. eru farnir 0,9 prosent upp. Afturímóti eru býlis- og samskiftisprísirnir farnir 0,7 prosent niður seinasta ársfjórðingin.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum