Stórur vøkstur í hýrunum

Triðji ársfjórðingur var góður til lønir og vóru 91 mió. kr. meira útgoldnar samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin var 5,6%. So stórur vøkstur hevur ikki verið seinastu árini. Í 2008 var størsta framgongdin í øðrum ársfjórðingi, tá vøksturin var 4,2%, í alt 2009 minkaðu lønirnar.

Vøksturin er í høvuðsheitum í fiskivinnuni og serliga innan fiskiskap. Í triðja ársfjórðingi var framgongdin óvanliga stór, heili 54%. Tað vóru útgoldnar 186 mió. kr. í hýrum og er tað 65 mió. kr. meira enn í triðja ársfjórðingi 2009. Sjálvt um hýrurnar nú aftur vaksa, so eru tær framvegis bert 3/4 av tí tær vóru í 2007.

Samlaðu lønargjaldingar higartil í ár, vísa eina framgongd uppá 1,9%. Sjálvt um fiskivinnan hevur stóra framgongd, er tað framvegis afturgongd innan byggivinnuna og privatu tænastuvinnurnar.

class=image-580px-breidd

Í talvuni sæst, hvussu gongdin hevur verið í lønunum fyri hvønn ársfjórðing samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Sum tað sæst, so eru lønirnar innan fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu í einum flokki fyri seg. Tær hava verði hægri hvønn ársfjórðing og í triðja ársfjórðingi var vøksturin yvir 30%.

Innan byggivinnu og aðra tilvirking sæst, at stóra fallið fyrra hálvár er steðgað og lækkaðu lønirnar bert 0,5% í triðja ársfjórðingi.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum