Færri løntakarar í tvey ár

Tað er í juli at flest løntakarar eru árliga, 2010 var heldur onki undantak. Orsøkin er m.a. at hetta er feriutíð, og fleiri fólk, eitt nú lesandi og skúlaungdómur, eru í arbeiði. Í juli vóru 24.873 løntakarar, hetta er 482 færri enn í juli í fjør. Í byggivinnuni vóru 252 færri sum svarar til eina afturgongd uppá 7,2%, og í privatu tænastuvinnunum var minkingin 4,3%. Seinasta árið hava tað verið um 4% færri løntakarar samanborið við sama mánaða árið fyri, men í juli var afturgongdin bert 1,9%.

class=image-580px-breidd

Í juli 2008 vóru 26.336 løntakarar og hetta er tað mesta sum er skrásett. Síðan tá hevur tað verið afturgongd. Tað er ikki so vanligt at tað er minking og tá tað hendir, tekur tað langa tíð at venda gongdini. Frá desember 1989 og fimm ár á rað var støðug minking av løntakarum, tá fækkaðust løntakararnir við 6.600 fólkum. Serliga stór var minkingin í 1993. Í 2004 og 2005 var minking í 17 mánaðir, men var minkingin lítil.Seinastu tvey árini hevur so aftur verið talan um afturgongd og nú eru nærum 1.500 løntakarar færri enn tað var í 2008.

Bæði í 2007 og í 2008 vóru yvir 26.000 løntakarar í juli. Næst hesum kemur juli 1989 við 25.600. Tað gingu 14 ár áðrenn løntakarnir aftur vóru uppi á 1989 støði.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum