Føroyskar kvinnur tær virknastu á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlondum

  • Kvinnur í Norðurlondum eru meira virknar á arbeiðsmarknaðinum enn í øðrum vestureuropeiskum londum

Heili 83 prosent av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Samanbera vit við Vestureuropa undir einum, so er talið har bara 66 prosent av kvinnunum. Í Norðurlondum er tað Finnland, sum hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum við 73 prosentum.

Hetta og nógv annað fæst at vita í Norðurlendsku Árbókini 2010, sum kom út tann 27. oktober. Har kann man eisini lesa at:

  • Føroyar eru eisini landið, har lutfalsliga flest av starvsfólkunum eru í parttíðar arbeiði við 34 prosentum. Av føroysku kvinnunum eru tað meir enn helvtin (52 prosent), sum arbeiða parttíð. Í Finnlandi er lutfalsliga fækst av fólki, sum arbeiða parttíð, bæði fyri menn og kvinnur, nevnliga við 8,3 og 18,5 prosentum.
  • Í miðal føða kvinnur í Føroyum 2,3 børn. Tað vil siga, at føroyskar kvinnur eru tær raskastu í Norðurlondum, tá tað snýr seg um tal av barnsburðum fyri hvørja kvinnu. Føðitíttleikin í Føroyum hevur tó verið eitt sindur hægri árini frammanundan.
  • Jónas er tað mest vanliga drongjanavnið hjá nýføðingum í Føroyum. Í hinum Norðurlondum eru tað Mikkel (Danmark), Veeti (Finnland), Jón (Ísland) og Lukas (Noreg og Svøríki), sum eru tey best umtóktu.

Norðurlendska Árbókini 2010 verður útgivin av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hon kostar 275,- kr. og hevur sambærilig hagtøl úr Norðurlondunum Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi. Atgongd er eisini til ein datagrunn við hagtølum í túsundatali um samfelagsviðurskifti í Norðurlondum. Datagrunnurin og Norðurlendsku Árbókini 2010 í pdf-útgávu kunnu eisini fáast á www.norden.org


Meira fæst at vita frá Simonu Nielsen, Hagstova Føroya, tlf. +298 352800, simona@hagstova.fo