Hagstovan skipar fyri spurnarkanning um arbeiðsmarknaðin hesa vikuna - Gallup spyr

Tólvhundrað fólk verða spurd um viðurskifti síni á arbeiðsmarknaðinum í farnu viku. Spurt verður um arbeiði, útbúgving, vinnugrein, arbeiðsloysi v.m.

Vit vóna, at tey ið verða uppringd hjálpa okkum, soleiðis at kanningin verður so álítandi sum gjørligt.

Talan er um tólvhundrað tilvildarliga útvald fólk í aldrinum 15 – 74 ár. Fólkini eru útvald millum tey 34.709 fólkini í aldrinum 15 – 74 ár ið búðu í Føroyum 3. november í ár.

class=image-580px-breidd

Endamálið við kanningini er at lýsa hvat tilknýti íbúgvar landsins hava til arbeiðsmarknaðin, til dømis:

  • Hvussu nógv ið hava arbeiði ella eru arbeiðsleys
  • Hvussu nógv ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi
  • Í hvørji vinnugreinum fólk eru virkin
  • Hvussu nógvar tímar arbeitt verður um vikuna
  • Hvussu nógv ið kundu hugsað sær at arbeitt fulla tíð ella niðursetta tíð

Kanningin verður gjørd eftir altjóða leistinum um tilknýti íbúgva til arbeiðsmarknaðaðin frá Altjóða Arbeiðarafelagskapinum (ILO).Hon verður gjørd í nógvum londum, m.a. í norðurlondum og ES-londunum. Og gevur okkum besta grundarlagið fyri samanbering við arbeiðsmarknaðin í øðrum londum. Í Føroyum var kanningin fyrstu ferð gjørd í 2005.

Kanningin verður gjørd við heimild í løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya. Tøl frá arbeiðsfjøldarkanningunum kunnu síggjast í hagtalsgrunninum

Hagstova Føroya, 24. november 2010