Talið av arbeiðsleysum broytist lítið

Talið av fulltíðararbeiðsleysum er minkað við 249 síðan apríl, tá arbeiðsloysið var tað størsta eftir tað aftur tók dik á seg í seinna hálvárið 2008.

Arbeiðsloysið vaks við 17 fulltíðararbeiðsleysum í oktober. Arbeiðsloysisprosentið broyttist úr 5,3 í september uppí í 5,4. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið er óbroytt 5,7. Í oktober vóru 720 mannfólk og 696 konufólk, samanlagt 1.416 fólk fulltíðararbeiðsleys.

class=image-580px-breidd

Verður hugt eftir talinum av arbeiðsleysum býtt á sýslur, vísir tað seg ikki óvantað, at talið er størst í Streymoyar og Eysturoyar sýslu, ið eisini eru tær fólkaríkastu. Størsta arbeiðsloysið í oktober, 7,7 prosent, var tó í Suðuroyar sýslu.

class=image-580px-breidd

Verður hugt eftir talinum av arbeiðsleysum býtt á aldursbólkar, sæst at tað er størst millum tey 55 til 66 ára gomlu. Størsta arbeiðsloysið í oktober, 7,5 prosent, var tó millum tey 25 til 34 ára gomlu.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum