Lønarvøksturin steðgaður

Í summar var vøkstur í lønargjaldingunum og í triðja ársfjórðingi var stórur vøkstur. Í oktober var tó at kalla tað sama útgoldið í lønum samanborðið við oktober 2009, og eru samlaðu lønargjaldingar higartil í ár 1,6% størri enn í fjør.

Lønargjaldingarnar í oktober vóru 547 mió. kr. og er hetta 4 mió. kr. minni enn í  fjør. Handan tølini eru tó stór sveiggj, innan fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu er framvegis stór framgongd, meðan tað er afturgongd í hinum høvuðsvinnunum. Serliga innan byggivinnu- og tilvirking var afturgongdin stór í oktober, um 10%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum