Afturgongdin minkar

Í august vóru 24.758 løntakarar, tað eru 294 færri enn í august 2009. Minkingin er 1,2% og er hetta minsta afturgongd í ár.

Innan byggivinnu og tilvirking er afturgongdin um 6%, privatar tænastuvinnur minka góð 3% og í almennari fyrisiting og øðrum tænastum er minkingin 1%.

Orsøkin til at afturgongdin er tann minsta í ár, er at innan fiski- og aðra ráevnisvinnu eru 270 fólk fleiri til arbeiðis í mun til august í fjør.

class=image-580px-breidd

10% fleiri innan almenna fyrisiting og aðrar tænastur

Í 2004 vóru um 8.150 løntakarar innan almenna fyrisiting og aðrar tænastur. Trý ár seinni, í 2007, var hetta vaksið til góð 8.500 fólk og árini 2008 og 2009 gjørdust løntakararnir aftur 500 fleiri. Tilsamans var vøksturin hesi fimm árini um 10%. Í 2010 sæst tó ein minking og eru um 100 færri løntakarar nú samanborið við august 2009.

class=image-580px-breidd

Í almennari fyrisiting og aðrari tænastu eru vinnugreinarnar Landsfyrisitingin, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu-og Almannaverk.

Sjálvt um heiti almenn fyrisiting og aðrar tænastur kundi týtt uppá at talan var um almenn størv, so er hetta ikki allur sannleikin. Innan t.d. heilsutænastu verða millum annað tannlæknar taldir við, sjálvt um flestu tannlæknar arbeiða í privatum fyritøkum. Hinvegin so arbeiða fólk innan tað almenna við vegagerð, hesi verða skrásett at arbeiða í byggivinnuni. Tað er ikki ein spurningur um hvør rindar tær lønina, men hvat tú gert, sum avgerð hvørjari vinnugrein tú arbeiðir í.Hetta uppbýti er tó ikki møguligt at gera fyri tey sum fáa løn frá kommunum og ríkisstovnum, tí eru tey ikki deild upp ívinnugreinar, hóast tað eisini eru fólk ið arbeiða við t.d. vegagerð.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum