Hóast hækkandi er skilnaðartíttleikin í Føroyum lægstur í Norðanlondum

Hóast rákið tey seinastu árini hevur verið ein ávísur vøkstur í skilnaðartíttleikanum í Føroyum, so er støðan framvegis tann, at samanborið við hini Norðanlondini eru tað lutfalsliga fægst hjún í Føroyum, sum fara frá hvørjum øðrum. Eisini tá vit samanbera við øll onnur lond í Europa, er skilnaðartíttleikin í Føroyum í tí niðasta triðinginum.

Tvær tær fyrstu myndirnar vísa gongdina yvir eitt longri tíðarskeið, frá 1981 til 2009.  Í tí fyrru rokna vit skilnaðartíttleikan í mun til miðalfólkatalið – í tí seinnu í mun til talið av vígslum. Heildarmyndin er tó í báðum førum tann sama.

class=image-580px-breidd

Eitt ávíst mynstur er í gongdini hesi 30 árini (sum sæst skilliga av polynomisku tendenslinjuni):

  • Fyrst er ein rættiligur vøkstur í skilnaðartíttleikanum upp gjøgnum 80-ini, frá umleið 1 skilnaði pr. 10 vígslur, upp til 2.
  • So hæsar vøksturin av, og skilnaðartíttleikin liggur og sveiggjar um 2 skilnaðir pr. 10 vígslur upp gjøgnum 90-ini.
  • Seinastu 8 árini sær aftur út til at vera ein vøkstur, sum lyftir hjúnaðartíttleikan til at liggja um 2,4 (sum er miðaltalið fyri tey síðstu 5 árini)
  • Rákið nú er hækkandi skilnaðartíttleiki, men ikki fyrr enn vit hava tølini fyri 2010 og 2011 sæst, um hetta er ein gongd, sum heldur á, so vit í Føroyum koma upp á sama støði, sum í hinum Norðanlondunum.

class=image-580px-breidd

Samanbera vit gongdina í Norðanlondum tey seinastu 20 árini, er høvuðsúrslitið:

  • at sum heild er er rákið ein lítil minking í skilnaðartíttleikanum í Norðanlondum, eisini soleiðis at munurin teirra millum er støðugt minkandi,
  • at Føroyar liggja fyri seg, niðast øll hesi árini, hóast ein lítil vøkstur ger at munurin er minkaður eitt vet.

class=image-580px-breidd

Omanfyri sæst heildargongdin í Norðanlondum, har bæði vígslur og hjúnarskilnaðir eru roknað í mun til miðalfólkatalið: vígslutíttleikin vísir ein lítlan vøkstur seinastu 10 árini, meðan skilnaðartíttleikin liggur um 2,5 øll 20 árini.  Í síðstu myndini er ein samanbering millum øll lond í Europa (sum er at finna í Eurostat datagrunninum). Tølini eru fyri 2008 hjá 40 av londunum, og fyri 2006 og 2007 hjá 6 av londunum.

class=image-580px-breidd

Einans út frá tølunum ber illa til at siga nakað um, hví londini liggja spjadd á henda hátt. T.d. liggur Belgia ovast við einum títtleika uppá 7,8 skilnaðir pr. 10 vígslur, meðan grannalandið Holland  liggur í miðjuni við 4,4. Taka vit tey bæði suðureuropeisku katólsku londini Spania og Italia, so liggur Spania í tí ovasta endanum við 6,3, meðan Italia liggur í tí niðasta endanum við 2,1. Hinvegin liggja Norðanlondini í einum trunka, beint niðan fyri miðjuna – við Føroyum sum undantakið aftur nakað niðanfyri.

So tað ber ikki til út frá hesum hagtalsupplýsingum at siga nakað, um hví skilnaðartíttleikin eru so ógviliga ymiskur, eisini millum lond, ið annars líkjast nógv í aðrar mátar.

Viðmerkjast skal at enda, at vígslur og skilnaðir her einans fevna um samband og samlív millum persónar í løgfrøðiligum týdningi. Í øllum Norðanlondum og víða um í Europa liva nógv í parlagi, uttan formligt ella løgfrøðiligt giftarmál. Tí geva hesi hagtøl út frá vígslum og hjúnarskilnaðum ikki eina fulla mynd av, hvussu nógv velja at búgva saman ella fara frá hvørjum øðrum.

Fleiri tøl eru at finna íhagtalsgrunninum og norðurlendska_hagtalsgrunninum