Vinnutíttleikin størri í Føroyum enn aðrastaðni í Europa

  - og tað eru kvinnurnar og tey eldru, sum gera størsta muninAt vinnutíttleikin sum heild er munandi størri í Føroyum enn í øðrum europeiskum londum er áhugavert í sær sjálvum. Tað verður uppaftur meira áhugavert, tá vit hyggja at, hvussu vinnutíttleikin er ávikavist millum menn og kvinnur, og millum ymisku aldursbólkarnar, ung, tilkomin og eldri. Her eru størstu munirnir millum kvinnurnar í Føroyum og aðrastaðni, og millum tey eldru í Føroyum og aðrastaðni.

Tá vit tosa um vinnutíttleika, tosa vit um, hvussu stórur partur av fólkinum í vinnuføra aldrinum er í vinnu, í prosent av fólkatalinum í sama aldri. Hetta ger Hagstovan við árligu uppgerðini av arbeiðsfjøldini1).

Kanningin hevur verði gjørd í nøkur ár, so nú hava vit eitt gott grundarlag til at gera haldgóðar samanberingar við viðurskiftini í okkara grannalondum. Trupulleikin kann annars vera, at tá okkara tal av spurdum er avmarkað, kunnu tilvildarligar broytingar í úrvalinum hava stóra ávirkan. Tí hava vit hesaferð tikið føroysku miðaltølini fyri árini 2006-09, so talgrundarlagið er sterkari til at gera niðurstøður og til samanberingar. Vit hava her valt at gera samanberingar við Danmark og tey 15 vestureuropeisku londini (ES-15)2). Har hava vit tikið nýggjastu tølini frá Eurostat, sum eru fyri 2009.

class=image-580px-breidd

Tað er merkisvert, hvussu nógv størri vinnutíttleikin er í Føroyum, enn í Danmark og ES-15 londunum. Ein so stórur munur frá 85,4 mótvegis 71,6 og 64,4 kemur ikki uttan av serligum bygnaðarligum munum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum annars.

class=image-580px-breidd

Vinnutíttleikin ávikavist hjá monnum og kvinnum vísir á ein av hesum bygnaðarligu mununum: at føroysku kvinnurnar hava næstan líka høgan vinnutíttleika sum føroysku menninir. Og ikki bara menninir liggja langt omanfyri teirra europeisku felagar, men tað gera kvinnurnar eisini. Tað er merkisvert, at føroyskar kvinnur hava ein vinnutíttleika uppá uml. 82%, samanborið við 68% í Danmark og einans 58% í ES-15 londunum – og haraftrat er vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum eisini størri enn hjá monnum, bæði í Danmark og ES-15 londunum.

class=image-580px-breidd

Ein annar av bygnaðarligu mununum sæst av myndini við vinnutíttleikanum í ymisku aldursbólkunum: ikki bara hjá teim yngstu og teim meira tilkomnu erføroyski vinnutíttleikin størri, men ongastaðni er munurin so stórur sum í teim eldru aldursbólkunum, tvs. øllum teimum sum eru yvir 60 ár. Hjá teim 60-64 ára gomlu eru føroyski vinnutíttleikin heilt uppi á 82%, samanborið við ávikavist 38% og 34% í Danmark og ES-15 londunum. Hjá teim 65-69 ára gomlu er føroyski vinnutíttleikin framvegis høgur, 54%, samanborið við ávikavist 13% og 10% í Danmark og ES-15 londunum – tvs. 4-5 ferðir so stórur. Og sjálvt tá vit koma heilt upp í 70-74 ára aldur, er føroyski vinnutíttleikin uppi á 28%, samanborið við ávikavist 6% og 4% í Danmark og ES-15 londunum – tvs. 5-7 ferðir so stórur.

class=image-580px-breidd

class=image-580px-breidd

Her síggja vit aldursbýtta vinnutíttleikan hjá ávikavist monnum og kvinnum. Og mynstrið er tað sama: bæði hjá føroyskum monnum og kvinnum er vinnutíttleikin sum heild oman fyri donsku og europeisku feløgunum, og munurin er størstur hjá teim yngstu og teim elstu.

Greið niðurstøða – men hví er tað so?

Niðurstøðan er greið: bæði kvinnur og menn í Føroyum byrja fyrr á arbeiðsmarknaðinum, eru meira virkin í teim stóru vinnuføru aldursbólkunum, og halda nógv longri á, enn kvinnur og menn í Danmark og í teim mest framkomnu ES-londunum.

So er tað spurningurin, hví so er. Svarið kunnu vit ikki finna í hesi hagtalsligu uppgerðini, men eigur tað at verða eitt upplagt evni at útgreina í eini kanningar- ella granskingarverkætlan. Tó eru nakrar ábendingar, sum gera, at vit kunnu hugleiða um møguligar orsøkir.

Eitt er, at smb. hagtølunum eru tað nógv fleiri í Føroyum – og fram um alt millum kvinnurnar - sum arbeiða parttíð, samanborið við hini londini. Hetta er sera sjónskt í myndini niðanfyri. Spurningurin er, um hetta er ein serligur eginleiki við føroyska arbeiðsmarknaðinum, at hann er meira opin og liðiligur, tá tað snýr seg um møguleikan hjá fólki at kunna arbeiða parttíð, um tey av onkrari orsøk ikki vilja ella kunnu arbeiða fulla tíð.

class=image-580px-breidd

Eitt annað er, at í okkara grannalondum er pensjónsaldurin munandi lægri enn í Føroyum. Haraftrat eru aðrar fráfaringarskipanir, sum gera tað møguligt hjá fólki at fara úr arbeiði við eftirløn eisini áðrenn pensjónsaldur. Í Føroyum er tann eini høgi pensjónsaldurin galdandi fyri tey allarflestu, bert fáir starvsbólkar kunnu fara frá við eftirløn áðrenn 67 ára aldur. 

Møguliga er føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini meira rúmligur, so fleiri kunnu vera í arbeiði, um ikki fulla, so parttíð, sum aðrastaðni kanska ikki høvdu sloppið framat. Hetta er ikki at skilja soleiðis, at vit hava fleiri formligar arbeiðsmarknaðarligar ella sosialar skipanir, sum stuðla uppundir rúmligan arbeiðsmarknað, men kanska ein eginleiki, sum kemur av, at arbeiðsplássini sum heild eru smá og liggja, har fólk búgva, og tí í størri mun eru ein livandi partur av nærumhvørvinum.

Í hesum sambandi er áhugavert at síggja, at meðan talið av fyritíðarpensjonistum í Føroyum er 5,2% av fólkatalinum (18-64 ár), so er miðaltalið fyri Norðanlond 8,1%.  Og taka vit tey, sum fáa sosialhjálp, so eru tað í Føroyum 2,9% av fólkatalinum (18 ár og eldri), meðan tað í hinum Norðanlondunum í miðal eru 3,9% (kelda: “Sosiala landkortið” á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum). Sostatt eru færri fyritíðarpensjonistar og færri móttakarar av sosialhjálp í Føroyum enn í hinum norðanlondunum. Við tí verður ikki sagt, at tað hevur nakað samband við, at samstundis eru fleiri virkin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum enn aðrastaðni.

Hetta ger tað bert enn meira neyðugt og áhugavert at fáa lýst øll hesi viðurskifti nærri við útgreinandi kanningum ella granskingarverkætlanum um føroyska arbeiðsmarknaðin.

Viðmerkingar:1)Arbeiðsfjøldarkanningar:Hagstovan ger arbeiðsfjøldarhagtølini í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.Tølini eru fingin til vega við viðtalskanning (interview) millum fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár, (15 ára gomul vórðu ikki tald við í 2005). Kanningarnar eru gjørdar seinast í november, har gott 1.000 eru spurd um arbeiðsviðurskifti eina ávísa viku. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningarvikuni verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Arbeiðsfjøldin verður síðani roknað sum arbeiðsvirkin og arbeiðsleys tilsamans. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin. Øll tøl eru upproknað og rundað til næstu heili tíggu.

2) Tey 15 ES-londini eru: Belgia, Holland, Luxemburg, Frakland, Týskland, Italia, Danmark, Bretland, Írland, Grikkaland, Portugal, Spania, Eysturríki, Svøríki og Finland. Í 2004 varð latið upp fyri nýggjum limalondum, serliga úr Eystureuropa, so nú eru 27 ES-limalond tilsamans.

Tøl frá arbeiðsfjøldarkanningunum kunnu síggjast í hagtalsgrunninum