Talið av arbeiðsleysum vaks við 77 fólkum í november

Talið av fulltíðararbeiðsleysum minkaði frá apríl til september men, vaks so aftur í oktober og november. Arbeiðsloysið er størst í Suðuroy, 8,9 prosent, hóast tað í talið er størst í Streoymoyra sýslu. Gjørt upp eftir aldri, er tað størst millum tey 55 til 66 ára gomlu, 7,4 prosent.

Arbeiðsloysið vaks við 77 fulltíðararbeiðsleysum í november. Arbeiðsloysisprosentið broyttist úr 5,4 í oktober uppí í 5,5. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið er óbroytt 5,7. Í november vóru 782 mannfólk og 717 konufólk, samanlagt 1.499 fólk fulltíðararbeiðsleys.

Sjálv um tali av fulltíðararbeiðsleysum er størri millum mannfólk enn konufólk, so er umvent tá ið talan er um prosent. Í november var arbeiðsloysisprosentið millum konufólk 5,8 meðan tað millum mannfólk var 5,3.

class=image-580px-breidd

Verður hugt eftir talinum av fulltíðararbeiðsleysum býtt eftir sýslum, vísir tað seg ikki óvantað, at talið er størst í Streymoyar og Eysturoyar sýslu, ið eisini eru tær fólkaríkastu.

class=image-580px-breidd

Verður hugt eftir talinum av fulltíðararbeiðsleysum býtt eftir aldursbólkum, sæst at tað er størst millum tey 55 til 66 ára gomlu.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum