Fólkatalið minkaði við 26 fólkum í september

Fólkatalið 30. september var 48.545.

Fyrstu nýggju mánaðirnar í ár minkaði fólkatalið við 47 fólkum. Sama tíðarskeið í fjør var minkingin 200 fólk. 15 børn flærri vórðu fødd samanborið við í fjør, meðan 48 færri doyðu. Hinvegin fluttu 120 fólk færri av landinum enn sama tíðarskeið í 2009.

At minkingin av fólkatalinum fyrstu nýggju mánaðirnar í ár ikki gjørdist so stór sum somu mánaðirnar í fjør skyldast í høvðusheitum minni fráflyting og færri deyðsføll.

class=image-580px-breidd

Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum, býtt á økir, fyrstu nýggju mánaðirnar í ár. Tað var bert Sandoyar sýsla í hevði negativt burðaravlop, tvs. at fleiri doyðu enn tað vóru fødd. Nettofráflyting var í øllum sýslum uttan í Streymoyar sýslu annars.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum