Lønirnar í fiskivinnuni halda fram at vaksa

Í november var væl meira útgoldið lønum samanborðið við november 2009. Framgongdin var í høvuðsheitum í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, har tað framvegis er stórur vøkstur í lønunum.

Higartil í ár eru útgoldnar 118 mió. kr. meira í lønum samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er góð 16% meira útgoldið í fiski- og aðrari ráevnisvinnu og 2% meira útgoldið í almennari fyrisiting og øðrum tænastum. Tað er minni útgoldið í lønum innan byggivinnu og aðra tilvirking og í privatu tænastuvinnunum. Samlaða framgongdin higartil í ár er 1,9%.

class=image-580px-breidd

Ali- og fiskivinna á landi minni nú enn fyri 10 árum síðani

Frá 2001 til 2007 vóru lønirnar í fiskivinnuni á landi væl yvir 315 mió. kr. Síðan tá hava lønargjaldingarnar ligið millum 270 og 290 mió. kr.

Alivinnan botnaði í 2005, tá lønargjaldingarnar vóru um 80 mió. kr., síðan hevur verið framgongd og hevur henda verði størri enn afturgongdin í fiskivinnuni á landi. Seinastu fimm árini hevur tað tí verið meira útgoldið samanlagt í hesum báðum  vinnum. Kortini eru lønirnar í hesum vinnum 8% minni enn tær vóru í 2001.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum