Eitt sindur færri løntakarar

Sjálvt um tað í september vóru áleið eins nógvir løntakarar sum í september 2009, so er gongdin øgiliga ymisk í vinnugreinunum. Í fiskavøruídnaðinum vóru nærum 17% fleiri til arbeiðis, men innan annan ídnað var afturgongdin hinvegin yvir 13%.

Í stóru vinnugreinini handil og umvæling vóru 226 færri løntakarar í september, hetta er ein minking uppá yvir 7%.

Tilsamans vóru 24.306 løntakarar í september, og tað eru 192 færri enn í september 2009. Tað svarar til afturgongd uppá 0,8%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum