Treystitalið framvegis yvir miðal, men er minkað eitt vet síðani juni

Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið er hesaferð 21 og er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er minkað eitt vet, og ein lítil afturgongd sæst í tilfeingisvinnuni, byggivinnuni og handilsvinnuni, meðan vísitølini hjá brúkarunum og tænastuvinnuni er nærum óbroytt.

Útgreinaði tøl frá teimum 5 kanningum eru at finna í hagtalsgrunninum.