Arbeiðsloysið minkaði í juni
» 22. juli 2010
Í juni vóru 87 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mai. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,0 niður í 5,7 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið stóð tó í stað við seks prosentum.
Í juni vóru 87 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mai. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,0 niður í 5,7 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið stóð tó í stað við seks prosentum.
Fyrra hálvár 2010 vísur í mun til fyrra hálvár 2009, at samantalt er avreiðingarnøgdin minkað nakað, meðan avreiðingarvirðið er vaksið 16%.
Fyri flestu fiskasløgini hevur prísurin fyri hvørt útflutt kg. verið hægri í ár, samanborið við somu tíð í fjør.
Nýggjastu innflutningstølini fyri januar til mai eru nú tøk í hagtalsgrunninum
Í apríl vóru 24.225 løntakarar og er hetta 769 færri enn í apríl 2009. Afturgongdin er í høvuðsheitum innan byggivinnu og privata tænastuvinnu.