Talið av fulltíðararbeiðsleysum vaks við 40 í november

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.723 í november, ið er 40 fleiri enn í oktober mánaða. Arbeiðsloysisprosentið var 6,3. Tað er 0,1 prosentstig meiri enn í oktober mánað. Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, so vísir árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið 6,5 í november, tað sama sum í oktober. Býtt á kyn vóru 872 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 851 mannfólk í november.

Enn eitt ár við lítlari toskanøgd

Botnfiskanøgdin er minkað higartil í ár við einum góðum fjórðingi. Serliga er tað upsanøgdin, sum er munandi minni í ár í mun til í fjør. Eisini er nøgdin av hýsu minkað nógv í ár og er nú bert ein viðfáningur av tí, hon var fyri nøkrum árum síðani. Toskurin er ikki minkaður so nógv í ár í mun til í fjør. Men nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 6 árini, um 10-12 túsund tons. Um samanborið verður við árini beint áðrenn aldarskiftið og nakað inn í nýggju øldina, so var tá avreitt tvífalt og trífalt meir av toski, enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.

Oljan dýrkað nógv seinasta árið

Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar av árinum er góðar 600 mió. kr. størri enn somu mánaðir í fjør. Av hesum vøkstri eiga olja og skip omanfyri helvtina. Vinnan innflytir meir í ár. Alivinnan brúkar meira fóður, og sæst tað aftur í innflutninginum av fóðri. Eisini er innflutt meira tilfar til ídnaðin. Har er økingin omanfyri 100 mió. kr. Higartil í ár er innflutt fyri 979 mió. kr. av brennievni. Hetta er tað mesta nakrantíð fyri tíðarskeiðið jan. - okt. Tað er ein vøkstur á útvið 200 mió. kr. og kemur av príshækkingum, tí í litrum eru uml. 5% minni innflutt.

Síður