Lítil prísvøkstur í 2010

Í 2010 hækkaði miðalbrúkaraprístalið 0,4 prosent. Hesin lítli prísvøkstur kann samanberast við príslækkingina upp á 1,1 prosent í 2009 og ógvisliga prísvøksturin í 2008 upp á 6,3 prosent.

class=image-580px-breidd

Brúkaraprístalið er hækkað spakuliga alt árið 2010, frá 115,2 fyrsta ársfjórðing upp á 116,3 fjórða ársfjórðing. Miðalbrúkaraprístalið var 115,9 í fjør samanborið við 115,4 í 2009, 116,7 í 2008 og 109,8 í 2007.

Í miðal er brúkaraprístalið farið 0,4 upp seinasta árið, samanborið við príslækkingina uppá 1,1 prosent í fjør og prísvøksturin uppá 6,3 prosent í 2008.

Mestu ávirkanina á prísgongdina 2010 hava prísirnir á brennievni havt. Prísurin á brenniolju til húsarhald hækkaði í miðal 18,8 prosent, meðan prísirnir á brennievni til akfør hækkaðu 13 prosent.

Matvøruprísirnir fóru 0,3 prosent niður í 2010. Tað eru serliga prísirnir á frukt, grønmeti og kjøti, sum eru farnir niður.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum