Fólkatalið minkaðið við 57 fólkum fyrstu 10 mánaðirnar í fjør

Fólkatalið 31. oktober 2010 var 48.525.

Fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør minkaði fólkatalið við 57 fólkum. Sama tíðarskeið í 2009 var minkingin 201 fólk. 4 børn fleiri vórðu fødd enn sama tíðarskeið í 2009, meðan 52 færri deyðsføll vóru. Hinvegin fluttu 120 fólk færri av landinum enn sama tíðarskeið í 2009.

At minkingin av fólkatalinum fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør ikki gjørdist so stór sum somu mánaðirnar í 2009 skyldast í høvðusheitum minni fráflyting og færri deyðsføll.

class=image-580px-breidd

Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum, býtt á økir, fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Í Sandoyar sýslu var burðaravlopið negativt, tvs. at fleiri doyðu enn tað vóru fødd. Nettofráflyting var í øllum sýslum. Fólkavøkstur var bert í Streymoy sýslu.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum