Framgongd í lønunum, men framvegis minni enn í 2008

Í 2010 vóru útgoldnar 6,8 milliardir kr. í lønum og var hetta góðar 100 milliónir meira enn í 2009. Tilsamans var vøksturin 1,7%. Besta árið til lønir var í 2008 tá góðar 7 milliardir kr. vóru útgoldnar.

class=image-580px-breidd

Fiski- og onnur ráevnisvinna átti alla framgongdina

Sjálvt um tað vóru rindaðar 117 mió. kr. meira í lønum í fjør, so var at kalla allur vøksturin í fiski- og aðrari ráevnisvinnu.

Av teimum 160 millióninum sum vóru útgoldnar meira í vinnugreinini, var meginparturin hýrur. Í fiskiskapi var stór afturgongd í hýrunum í 2008 og 2009. Ein partur av hesi afturgongd er nú vunnin innaftur, tí í 2010 vuksu hýrurnar 25%. Framvegis eru hýrurnar yvir 20% minni enn í 2007.

Størsta afturgongdin var í byggivinnuni og øðrum ídnaði, har nærum 8% minni var útgoldið í lønum. Í stóru vinnugreinini handil og umvæling minkaðu lønirnar um 6% í fjør.

class=image-580px-breidd

Lønarvøksturin fór til mannfólkini

Øll framgongdin í útgoldnum lønum í 2010 fór til mannfólkini og er hetta fyrstu ferð at konufólkini ikki fingu lut í lønarvøkstrinum. Orsøkin er, at vøksturin var nærum bara í fiskiskapi og sjóflutningi har tað í høvuðsheitum starvast mannfólk.

Hóast hendan vøkstur eru lønirnar hjá mannfókunum minkaðar síðani 2007 meðan lønirnar hjá konufólkunum eru øktar.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum