Almenna hallið var 569 mió. kr. í 2009

Bæði inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna vóru lægri í 2009 samanborið við 2008, men kortini øktist almenna hallið við 228 mió. kr. í 2009.

Almennu inntøkurnar vóru 6,7 mia. kr. í 2009, hetta eru 300 mió. kr. minni enn í 2008, tá almennu inntøkurnar táttaðu í 7 mia. kr. Hetta er ein minking uppá 4,6%. Útreiðslurnar hjá tí almenna vóru 7,2 mia. kr. í 2009 og er hetta 100 mió. kr. minni enn í 2008.

Tað samlaða hallið, t.e. fíggjarkravið hjá tí almenna, var 569 mió. kr. í 2009, sum svarar til 4,8% av BTÚ. Í 2008 var hallið 342 mió. kr. sum svarar til 2,8% av BTÚ.

class=image-580px-breidd

Vaksandi arbeiðsloysi og færri íløgur hjá kommununum

Inntøkurnar hja tí almenna minkaðu 319 mió. kr. í 2009. Inntøkufallið er lutfalsliga javnt býtt millum heimastýri, kommunur og sosialar grunnar. Inntøkurnar hjá heimastýrisfyrisitingin vóru 4,7% minni og hjá sosialu grunnarnir 2,4%.

Gongdin í útreiðslunum er rættiliga ymisk. Heimastýrisfyrisitingin økti um sínar útreiðslur við 70 mió, kr., 1,4%, meðan sosialu grunnarnir brúktu 114 mió. kr. meira, sum svarar til ein vøkstur uppá umleið 20%. Orsøkin til vøksturin er økta arbeiðsloysið í 2009. Samanumtikið minkaðu útreiðslurnar tó 1,2% í 2009, og var hetta tí kommunurnar lækkaðu sínar útreiðslur samanlagt við 271 mió. kr. Íløgurnar hjá kommunum vóru munandi minni í 2009 enn í 2008.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum