Sløk 2.100 vóru fulltíðararbeiðsleys í februar

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 2.095 í februar ið var ein minking uppá 19 fólk síðan januar mánaða. Arbeiðsloysið var 7,8 prosent í februar. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið var 7,3.

Í februar vóru 1.088 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 1.007 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðararbeiðsleysar fram til ársskiftið 2009, undantikið tíðarskeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan januar 2009 hevur talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri. Brádligi vøksturin av arbeiðsleysum her um ársskiftið, skyldast ivaleyst húsagangin hjá Fiskavirking.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum