Bruttotjóðarúrtøkan 2009

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum, BTÚ, var 12,1 milliardir krónur í 2009 samanborið við 12,3 milliardir í 2008 og 12,4 milliardir í 2007.

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt pluss meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir netto.

Árini 2007-2009 hevur virðisøkingin samanlagt hevur verið óbroytt, 10,5 milliardir, meðan vøruskattirnir netto eru minkaðir við 100 milliónum í 2008 og 200 milliónurm í 2009.

class=image-580px-breidd

Myndin niðanfyri vísir gongdina í virðisøkingini og BTÚ síðan 1998. Uppgerðirnar eru í ársins prísum. Tað vil siga, at broytingin í virðisøkingini ár um ár kann standast av bæði mongdar- og prísbroytingum. Veruligi búskaparvøksturin - tað er broytingin í virðisøkingin reinsað fyri prísbroyting - er ikki uppgjørdur.

class=image-580px-breidd

Virðisøking skift á vinnugreinabólkar

Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum skift á vinnugreinabólkar 2007-2009.Í 2009 hevur mesta afturgongdin verið í byggivinnu og fiskiveiði. Virðisøkingin í byggivinnuni minkaði slakar 200 milliónir, tað eru góð 20 prosent. Og fiskiveiðin minkaði slakar 130 milliónir ella 13,1 prosent.Um vit samanbera broytingina 2008-2009 við broytingina 2007-2008, so var tá munandi størri minking í fiskiveiðini, men henda minking varð mótvirkað av vøkstri í øðrum privatum vinnum, serliga byggivinnuni, tænastuvinnum og so alingini eisini.

Fyri fiskiveiðina í 2009 er tað galdandi, at afturgongdin í stóran mun stavar frá lægri fiskaprísum, og tí er ikki talan um eins stóra reala afturgongd, sum broytingin í ársins prísum boðar frá.Fyri tilfeingisvinnur samanlagt er minkingin í fiskiveiðini mótvirkað av munandi vøkstri í alingini upp á 105 milliónir ella 41,1%. Hesin vøkstur í alingini er í stóran mun veruligur og ikki bara prísvøkstur.

Afturgongdin í byggivinnuni er eisini í stóran mun verulig, hóast príslækkingar eisini hava verið.Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var í ársins prísum 143 milliónir ella 5,5% í 2009. Hetta er nakað minni vøkstur enn árið fyri.Í øðrum tænastuvinnum er virðisøkingin í ársins prísum vaksin 26 milliónir ella 0,6%.

class=image-580px-breidd

 Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum