Talið av fulltíðararbeiðsleysum minkaði við 155 í mars

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 2.005 í mars. Tað er ein minking uppá 19 fólk síðan januar mánaða. Arbeiðsloysið var 7,3 prosent í mars, ein minking uppá 0,6 prosent stig í mun til februar mánað. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið var 6,6 í mars.

Í mars vóru 1.008 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 997 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðararbeiðsleysar fram til ársskiftið 2009, undantikið tíðarskeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan januar 2009 hevur talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri. Brádligi vøksturin av arbeiðsleysum her um ársskiftið, skyldast ivaleyst húsagangin hjá Fiskavirking.

class=image-580px-breidd

Strikumyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum býtt á sýslur. Myndin vísir at talið av fulltíðararbeiðsleysum í Norðoya Sýsla er minni enn fyri einum árið síðan, meðan talið er størri í hinum sýslunum.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna íhagtalsgrunninum