Fólkatalið minkaði við 9 fólkum í januar

Fólkatalið 31. januar var 48.565, nýggju færri enn 1. januar.

class=image-580px-breidd

39 børn vórðu fødd í januar meðan 31 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt átta. 141 fólk fluttu av landinum meðan 124 fluttu til Føroya. Nettoflytingin var sostatt minus 17. Í januar fluttu 199 fólk millum bygdir.

Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í januar, býtt á økir. Fólkatalið vaks í Norðoyggjum, Vága og Sandoyar Sýslu. Í hinum økjunum minkaði fólkatalið.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum