Fiskivinnan veksur á sjónum men minkar á landi

Í fyrsta ársfjórðingi 2011 var minni útgoldið í lønum enn sama tíðarskeið í 2010. Orsøkin er afturgongd í fiskavøruídnaðinum.

Í fyrsta ársfjórðingi 2011 vóru útgoldnar 1.616 milliónir krónur í lønum. Hetta eru umleið 20 milliónir krónur minni enn árið fyri og svarar tað til eina minking upp á 1,2%.

Minkingin í lønunum var innan fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu, har 10 milliónir krónur minni vóru útgoldnar, og innan privatu tænastuvinnurnar har minkingin var 13 milliónir.

class=image-580px-breidd

Fiskivinnan veksur á sjónum men minkar á landi

Orsøkin til at minni er útgoldið í fiski- og aðrari ráevnisvinnu er, at afturgongdin í fiskavøruídnaðinum er væl størri enn framgongdin í fiskiskapinum. Í fiskavøruídnaði vóru 27 milliónir krónur minni útgoldnar, afturgongdin er nærum 32%. Hinvegin eru hýrurnar øktar við 12 milliónum, sum svarar til eina framgongd upp á 7,4%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum