Triðja árið á rað at afturgongd er í januar

Í januar vóru 23.133 løntakarar og er hetta 910 færri enn í januar í fjør, ein minking upp á 3,8%.

Tað er serliga stór minking í fiskivinnuni, nærum 12%, og í byggivinnuni har afturgongdin er 8%. Í privatu tænastuvinnunum vóru 2,5% færri løntakarar, meðan tað lítil og ongin broyting er innan almennu tænasturnar.

class=image-580px-breidd

Fjórði hvør farin úr byggivinnu og aðrari tilvirkingÍ januar 2008 vóru gott 25.700 løntakarar og er hetta tað mesta sum hevur verið, nú trý ár seinni eru nærum 2.600 løntakarar færri.

Síðan 2008 er fjórði hvør løntakari farin úr vinnubólkinum byggivinna, fimti hvør úr fiskivinnu og tíggjundi hvør úr privatu tænastuvinnunum. Innan almenna tænastu er hinvegin ein lítil framgongd.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum