Fólkatalið vaks við 40 fólkum í februar

Fólkatalið 1. mars var 48.589,40 fleiri enn 1. februar.

class=image-580px-breidd

47 børn vórðu fødd í februar meðan 31 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt sekstan. 57 fólk fluttu av landinum meðan 81 fluttu til Føroya.Nettoflytingin var sostatt 24. Í februar fluttu 140 fólk millum bygdir.Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í februar, býtt á økir. Fólkatalið minkaði í Eysturoy og Vága sýslu meðan tað vaks í hinum økjunum. class=image-580px-breidd Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna íhagtalsgrunninum