Byggivinnan fótað sær aftur

Í apríl vóru lønargjaldingarnar eitt vet størri enn í apríl í fjør. Kortini er nakað minni útgoldið av løn higartil í ár. Tað var í februar at tað var serliga stór afturgongd í fiskivinnuni og er hetta ikki vunnið inn aftur enn.

Higartil í ár eru lønargjaldingarnar smáar 2,2 milliardir krónur og er tað 16 milliónir krónur minni enn í 2010, ein afturgongd uppá 0,7%. Størsta minkingin er í fiski- og aðrari ráevnisvinnu har afturgondin er 3,1%, meðan størsti vøksturin er í byggivinnu og aðrari tilvirking har 2% meira er útgoldið.

class=image-580px-breidd

Byggivinnan fótað sær aftur

Frá 2005 til 2008 var framgongd í byggivinnuni, bæði í 2007 og 2008 vuksu lønirnar yvir 10%, men hetta vendi til eina eins stóra afturgongd í 2009 og 2010. Gongdin higartil í ár vísir at nú er vent í holuni og er tað aftur framgongd í byggivinnuni.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum