Talið av fulltíðararbeiðsleysum minkaði við 116 í mai

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.826 í mai. Tað er ein minking uppá 116 fólk síðan apríl mánaða. Arbeiðsloysið var 6,7 prosent í mai, ein minking uppá 0,4 prosent stig í mun til apríl mánað. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið var 6,7 í mai.

Í mai vóru 873 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 953 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðararbeiðsleysar fram til ársskiftið 2009, undantikið tíðarskeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan januar 2009 var talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri. Men tað tykist at hendan gongdin vendi í apríl. Tað eru nú 90 færri fulltíðararbeiðsleysir menn enn konufólk, enn tað vóru í mars mánaða.

Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, er talið av fulltíðararbeiðsleysum minka við 339. Av  hesum eru 250 mannfólk og 89 konufólk.

class=image-580px-breidd

Strikumyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum býtt á sýslur. Myndin vísir at talið av fulltíðararbeiðsleysum er minka í øllum sýslunum síðan februar.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum