Heildarveiðan í 2010 var 394 túsund tons

Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum, fiskað á øllum leiðum.

Í 2010 fiskaðu føroysk skip samanlagt 394 túsund tons á øllum havleiðum. Hetta er áleið 42 túsund tons fleiri enn í 2009. Økingin í heildarveiðuni kemur fyrst og fremst av øktari makrelveiðu í 2010 – frá áleið 15 túsund tonsum av makreli í 2009 upp í góð 72 túsund tons í 2010.

Sum mynd og talva niðanfyri vísa, so er heildarveiðan minkað munandi síðan metárið 2006. Orsøkin til hetta er einamest, at føroysk skip hava fiskað nógv minni av svartkjafti seinnu árini. Frá at hava fiskað í miðal omanfyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003-07 varð veiðan eftir svartkjafti í 2010 einans góð 50 túsund tons.

Størsti parturin av heildarveiðuni varð fiskaður við Jan Mayen og Norskahavið – 149 túsund tons, av hesum taldi sild um 72 túsund tons og makrelurin góð 60 túsund tons. Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2010 var undir Føroyum – har góð 141 túsund tons vóru fiska, herav góð 47 túsund tons var upsi og 23 túsund tons var svartkjaftur.

class=image-580px-breidd

Av samantaldu nøgdini telja uppisjóvarfiskasløgini í 2010 eina góða helvt av heildarveiðuni. Av hesum er sild við sløkum 88 túsund tonsum, tann størsti parturin.

Botnfiskasløgini telja millum 25 og 30 prosent av heildarveiðuni og er upsi og toskur størsti parturin av nøgdini.

class=image-580px-breidd

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir tosk og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður niður í lítla helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í góð 33 túsund tons í 2010. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað 2/3. Tað er á føroyskum økið, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og hevur verið góður seinni árini, tó sæst ein ávís minking í upsafiskiskapinum í 2010 í mun til undanfarin ár.

Av tí at upplýsningar ikki er um virðið á allari veiðuni, ber ikki til at siga um avreiðingarvirðið var størri ella minni enn árið fyri.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum