Talið av fulltíðararbeiðsleysum minkaði við 87 í juni

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.760 í juni. Tað er ein minking uppá 87 fólk síðan mai mánaða. Arbeiðsloysið var 6,5 prosent í juni, ein minking uppá 0,3 prosent stig í mun til mai mánað. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið var 6,8 í juni.

Í juni vóru 835 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 925 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðararbeiðsleysar fram til ársskiftið 2008/09, undantikið tíðarskeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan januar 2009 hevur talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri. Men hendan gongd vendi í apríl. Tað eru nú 90 færri fulltíðararbeiðsleysir menn enn konufólk.

Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, er talið av fulltíðararbeiðsleysum minka við gott 400.

class=image-580px-breidd

Strikumyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum býtt á sýslur. Myndin vísir at talið av fulltíðararbeiðsleysum er minka í øllum sýslunum síðan februar.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum