Lønin óbroytt seinastu trý árini

Higartil í ár er áleið tað sama útgoldið í lønum í mun til í fjør. Somuleiðis eru einans smærri broytingar innan lønirnar í høvuðsvinnunum.

Higartil í ár eru útgoldnar 2,75 milliardir krónur í lønum og er tað 0,4% minni enn í 2010. Innan byggivinnu og aðra tilvirking er ein lítil framgongd, meðan tað er ein minking í lønunum í privatu tænastuvinnunum.

class=image-580px-breidd

Hvussu er støðan í einstøku vinnugreinunum

Um hugt verður eftir teimum einstøku vinnugreinunum sæst at gongdin í lønargjaldignum hevur verið ymisk higartil í ár. Størsta framgongdin er innan ali- og kryvjivirkið 16%, men tað er eisini stór framgongd innan bygging. Í hinum endanum er fiskavøruídnaður í einum flokki fyri seg við eini afturongd uppá yvir 20%. Somuleiðis er stór minking í øðrum ídnaði og innan fígging og trygging.

class=image-580px-breidd

Restin er tær vinnugreinar sum hvør sær eru minni enn 2,5% av samlaðu lønargjaldingunum.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum