Talið av fulltíðararbeiðsleysum minkaði við 64 í juli

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.722 í juli. Tað er ein minking uppá 64 fólk síðan juni mánaða. Arbeiðsloysið var 6,3 prosent í juli, ein minking uppá 0,2 prosent stig í mun til juni mánað. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið var 6,6 í juli.

Í juli vóru 795 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 927 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Stabbamyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri menn enn kvinnur vóru fulltíðararbeiðsleysir í fyrsta ársfjórðingi. Hendan gongd vendi í apríl. Í juli vóru 131 færri fulltíðararbeiðsleysir menn enn konufólk.

Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, er talið av fulltíðararbeiðsleysum minka við 329 mannfólkum og 115 konufólkum, samanlagt 444.

class=image-580px-breidd

Strikumyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum býtt á sýslur. Myndin vísir at talið av fulltíðararbeiðsleysum er minka í øllum sýslunumsíðan februar.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum