Kvinkar uppeftir við løntakarum

Í mai vóru 23.435 løntakarar og er tað gott 800 færri enn í mai í fjør. Afturgongdin, sum er tann minsta higartil í ár, er 3,3%.

Tað er í høvuðsheitum innan ídnaðin, bæði á sjógvi og landi, at tað eru færri løntakarar. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu vóru nærum 600 færri til arbeiðis í mai í mun til í fjør, meðan tað vóru um 160 færri í byggivinnu og aðrari tilvirking.

Frá januar til apríl vóru tað millum 100  og 200 færri í privatu tænastuvinnunum. Í mai var hetta broytt, tí fyri fyrstu ferð í ár vóru eins nógvir løntakarar, samanborðið við í fjør.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum