Demografiska menningin í Føroyum, úr miðaldar fólkaavmarking til 200 ára fólkavøkstur

– ein samandráttur

Hetta er ein samandráttur av fýra greinum, har Hagstova Føroya fer at lýsa demografisku ella íbúgvafrøðisligu menningina í Føroyum, afturi frá fyrstu metingum, har keldurnar eru fáar og óvissan stór, upp gjøgnum 17-hundrað talið, har vit fáa fastari undir fótum, og heilt fram til okkara dagar. Umframt at lýsa demografisku menningina út frá teim samfelagsligu fyritreytunum, sum hava verið galdandi, verður eisini víst á serstøku gongdina í Føroyum, har hon skilir seg frá vanligu demografisku gongdini í grannalondunum.

class=image-580px-breidd

1. Søguliga gongdin í fólkatalinum

Fyrsta greinin er “Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð”.

  • Um ár 1330 búgva eini 3-4.000 fólk í Føroyum, verður mett.
  • Um ár 1600 er fólkatalið mett til 3.200, tvs. hálvtriðja øld er gingin uttan fólkavøkstur.
  • Heldur tykist at ganga øvugtan veg í 1600-talinum, tí mitt í øldini er hóttafall, tá fólkatalið er komið niður á 2.500 fólk.
  • Tað rættar seg aftur, men ikki fyrr enn fyrst í 1700-talinum kemur fólkatalið upp um støðið 400 ár frammanundan.
  • Fyrst í 1800-talinum kemur rættilig ferð á fólkavøksturin, og fólkatalið verður trýfaldað, úr 5.255 í 1801 til 15.230 í 1901.
  • Stóra umbroytingin frá feudala bóndasamfelagnum til nýggja kapitalistiska fiskivinnusamfelagið er farin fram, har fólkavøksturin er tann størsti nakrantíð, ein tvífalding eftir hálvari øld, til knappliga 32.000 fólk í 1950.
  • Seinnu helvt av 20. øld veksur føroyska vælferðarsamfelagið fram, og fólkatalið heldur fram at veksa, til 47.770 í 1990. Men stutt eftir hetta hendi stóra búskaparskrædlið, ið viðførir hópflyting av landinum og stóra fólkaminking.
  • Vit skulu fleiri ár inn í 21. øld, áðrenn tapið er tikið innaftur, men nú er stígur í fólkavøkstrinum, í høvuðsheitum av tí, at burðaravlopið frá skerdu ungu kvinnuættarliðunum bert er lítið størri enn miðal árliga nettofráflytingin. 

2. Demografiska umbroytingin frá síðst í 18. øld

Aftan fyri stóru broytingarnar í fólkatalinum seinastu 200 árini liggur ein serstøk demografisk umbroytingargongd (ella transitión). Hetta er eitt úrslit av sera ymisku gongdini í teim demografisku høvuðstættunum, føðitíttleika og deyðstíttleika. Hetta er lýst í næstu greinini, “Demografiska umbroytingin ella transitiónin í Føroyum – frá síðst í 18. øld inn í 21. øld”. 

Í flestu londum á okkara leiðum lá fólkatalið lágt og støðugt upp gjøgnum miðøldina og heilt fram í 18. øld. Burðaravlop til fólkavøkstur var lítið og onki. Men so frá síðst í 18. øld henda stórar broytingar, sum kollvelta demografisku gongdina, við stórum fólkavøkstri og víðfevndum broytingum í fólkasamanseting og búsetingarhátti. Hetta fylgir einum rættiliga reglubundnum mynstri, sum í demografiini hevur eitt serligt heiti, nevnliga demografiska umbroytingin ella transitiónin.

Ástøðiligi myndilin av demografisku umbroytingini lýsir gongdina í fimm høvuðsskeiðum, og kann lutvíst síggjast sum eitt amboð til at lýsa søguligu demografisku menningina í okkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð til tænastu- og vitanarsamfelag og altjóðagerð. Men myndilin kann eisini lýsa, hvussu ymisk lond í ymsum heimspørtum flyta seg upp gjøgnum tey fimm menningarstigini.

class=image-580px-breidd

Føroyar flyta seg upp gjøgnum hesi fimm demografisku stigini:

  1. Frá síðst í 18. øld í eini støðu við umleið javnt lágum føði- og deyðstíttleika
  2. Á øðrum stigi frá fyrst í 19. øld fer føðitíttleikin at veksa nógv, meðan deyðstíttleikin minkar spakuliga. Hetta viðførir stóran fólkavøkstur, og fólkasamansetingin broytist heilt nógv
  3. Føroyar flyta seg inn á triðja stigið fyrst í 20. øld, tá føðitíttleikin fer at minka, men av tí at deyðstíttleikin minkar uppaftur meir, fáa vit nú tíðarsskeiðið við tí størsta fólkavøkstrinum.
  4. Frá 1960-unum fara Føroyar inn á fjórða stigið, tá fallið í deyðstíttleikanum er støðgað og hann heldur hevur lyndi til at kvinkast uppeftir. Men hóast lækkandi er føðitíttleikin framvegis høgur, útvið dupult so høgur sum deyðstíttleikin. Og tí er framvegis ein rættiliga stórur náttúrligur fólkavøkstur.
  5. Tað sum eyðkennir fimta stigið, er at deyðstíttleikin fer upp um føðitíttleikan, í høvuðsheitum tí at aldurssamansetingin í fólkinum er blivin so gomul: ættarliðið av kvinnum í burðarførum aldri er minkað so nógv, at tær ikki eru førar fyri at seta líka so stór ættarlið í verðina, sum tey undanfarnu. Samstundis er talið av gomlum lutfalsliga so stórt og framhaldandi veksandi, at náttúrligi deyðstíttleikin økist upp um føðitíttleikan. Hetta er støðan í flestu av okkara grannalondum og flestastaðni í Europa annars. Men Føroyar eru ikki komnar í hesa støðu – enn.    

3. Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð

Livikorini eru, eins og heilsuviðurskiftini, ein høvuðstáttur at hava í huga, tá hugt verður aftur um demografisku umbroytingina, sum hevur verið seinastu 200 árini og enn heldur á. Tað er evnið í triðju greinini: “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð – livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum”.

Tilverugrundarlagið undir føroyska samfelagnum so langt aftur í miðøldina til ber at siga, var jarðarbrúkið og av hesum serliga djórahaldið, seyður og neyt. Framleiðsla og lívsuppihald var avmarkað av veður- og gróðrarlíkindum. Avlop var onki at standa ímóti við, tá misvøkstur og fellisár raktu. Regluligur innflutningur av ávísum neyðsynjarvørum var tí ein av fyritreytunum fyri lívsgrundarlagnum, men eisini hann kundi vera svikaligur. Samfelagsliga berievnið var tí avmarkað, tvs. setti mark fyri vøkstri í framleiðslu og fólkatali.

Hesar fyritreytir sóust aftur í samfelagsliga bygnaðinum, tí gamla patriarkalska bóndasamfelagnum, har grundeindin heilt frá fyrstu tíð og fram til 19. øld var húsarhaldið á bóndagørðunum, har fólkið starvaðist, búði og livdi, bóndafólkini, teirra skyldfólk, húskallar, arbeiðsgentur og onnur tænastufólk. Ongin slapp leysur av hesum og at seta búgv, uttan at ogna sær nóg mikið av jørð ella onkursvegna prógva grundarlag fyri at kunna lívbjarga húskinum. Hetta varð ásett í sonevndu “trælalógini”, ið hevði sín uppruna afturi í Seyðabrævinum frá 1298.

Lønin var býlið, matur, klæði og tað, sum tørvaðist til lívsins uppihald. Lívsgrundarlagið hjá tí vanliga fólkinum úti um landið var sostatt bindingin til bóndan og tað, sum varð framleitt og virkað á gørðunum. Undantøkini vóru í Havn, hjá embætismonnunum og nøkrum fáum krambakallum, soldátum og handverkarum – og í hinum endanum tey, sum av ymsum orsøkum vóru sett heilt uttanfyri, fátækralimir og armingar, ið bert høvdu olmussu og biddaragongd til lívsuppihald.

Frá síðst í 18. øld kemur tað gamla stirnaða bóndasamfelagið undir veksandi trýst eftir broytingum. Útróðurin fær støðugt veksandi týdning, og saman við nýggja traðarbrúkinum skapast nú grundarlag fyri framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatali og samfelagsligari menning. Møguligt verður hjá fólki í veksandi tali at kunna lívbjarga sær óheft av bóndagørðunum.

Frá ráðandi stættini av bóndum, prestum og sýslumonnum – sum eisini manna løgtingið - verður roynt at byrgja upp fyri hesi gongdini, m.a. við herðingini í 1777 av miðaldargomlu “trælalógini” og við bátsbandinum frá 1813. Men ikki ber til at steðga broytingunum, sum fara fram við veksandi megi upp gjøgnum alla 19. øld. 

Hvat fólk livdu av, ella hvat føðslugrundarlagið var fyrst í 19. øld, kann síggjast úr sonevndu Løbners tabellum frá 1814, har innløgan hjá hvørjum húski kann umroknast til hetta býtið millum ymsu kaloriukeldurnar:

class=image-580px-breidd

Yvirlitið vísir greitt tann altavgerandi týdningin, sum neytamjólkin hevði fyri føðsluna hjá føroyingum (í meðal eini tvey fólk uppá kúnna), og hvussu bundin man hevur verið av innfluttum kornið. Eplaveltingin sæst ikki aftur í yvirlitinum, tí henda nýggja og sera týdningarmikla føðikelda verður ikki vanlig fyrr enn í 1820- og 30-unum.

Størsta broytingin í føðslu- og lívsgrundarlagnum upp gjøgnum 19. øld – og sum gevur rúm fyri tí stóra fólkavøkstrinum – er vøksturin í traðarbrúki, útróðrinum og seinni skipsfiskiskapinum. Tann avgerandi høvuðsbroytingin hendir, tá vit fara úr 19. og inn í 20 øld, og á toftunum á gamla bóndasamfelagnum hevur eitt nýtt vinnu-, framleiðslu- og samfelagsmynstur vunnið fram, har skipsfiskiveiða og lønararbeiði á landi í fiski-, handverks- og handilsvinnu útvegar størri og veksandi grundarlag fyri betri inntøku, matarhaldi og klæði, bústaðar- og heilsuviðurskiftum og sosialum livikorum annars.

4. Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini

Fjórða og síðsta greinin ber heitið: “Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini, av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum”.

Sum ein týðandi táttur í livikorunum hevur heilsustøðan hjá fólkinum avgerandi ávirkan á teir demografisku høvuðstættirnar, deyðstíttleikan tó í størri mun enn føðitíttleikan. Serliga stóra ávirkan hava tey grundleggjandi heilsuviðurskiftini á smábarnadeyðan, sum var ein høvuðsatvold til høga deyðstíttleikan fyrr í tíðini.

Hvussu var statt við heilsustøðuni og heilsuvitanini kunnu vit fáa ávisa ábending um í frágreiðingum frá sonevndu landskirurgunum heilt aftur í 16- og 17-hundrað talinum. Út frá teimum skilst, at fram um heilsuliga og læknaliga vitan ráddu pátrúgv og gomul heimaráð av meir og minni ivasamum uppruna og virknaði, um viðurskifti, ið elvdu til sjúku og veikleikar, og um ráð fyri at fyribyrgja og lekja.

Størsti trupulleikin var manglandi reinføri í samband við matgerð, klæðir og húsarhaldið annars, eins og húsaumstøður, har fólk matgjørdu, ótu, svóvu, arbeiddu og hagreiddu seyð og fisk í sama myrka og roykfylta rúmi við opnum eldstaði.

Undir slíkum umstøðum raktu umfarsjúkurnar fólkið meint. Tær herjaðu einstøk ár við ymiskum tíggju ára millumbilum alla 18. og 19. øld. Summar gjørdu so nógv um seg, at deyðatalið kundi kundi fara upp í tað fýrfaldaða.

class=image-580px-breidd

Tó gjørdi tað avmarkaða sambandið við útheimin og búsetingarmynstrið við smáum spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi, at fólkið var betri vart ímóti nógvum farsóttum, sum meira regluliga og oyðandi herjaðu í øðrum býargjørdum samfeløgum.

Samskiftið við útheimin og millum bygdir í Føroyum økist tó nógv við stóra fólkavøkstrinum frá fyrst í 19. øld, og enn meira tá skipsfiskiveiða, lønarbeiði á landi og handil vinda upp á seg síðst í 19. øld. Hetta ger eisini, at smittuvandin økist, og umfarssjúkurnar verða fleiri og títtari.

Tað er eisini í hesum tíðarskeiði, at verulig almenn heilsulóggáva verður til, um heilsulagsfrágreiðingar, karantenu, koppseting og ljósmøðravirksemi, sum í 1878 verður skipað í 25 ljósmøðradømi. Føroyska heilsuverkið tekur líðandi skap. Frá at ein lækni er til 5.000 fólk um ár 1800, eru tað seks læknar til 15.000 fólk um ár 1900. Færø Amts Hospital kemur í 1829 og avloysir Argja Hospital frá 1547, Klaksvíkar sjúkrahús kemur í 1898 og Suðuroyar sjúkrahús í 1904.

Seinnu helvt av 19. øld fær so líðandi upplýsing og leiðbeining um fólkaheilsu ein veksandi týdning fyri almennu heilsutænastuna. Hetta verður m.a. borið fram við útbreiðsluni av skúlaverkinum, har skúlar verða stovnaðir og undirvísing skipað í so at siga øllum bygdum í Føroyum. Í framhaldi av hesum verður fólkaupplýsingin eisini stimbrað av mentunarligu menningini. Realskúlin í Havn kemur í 1861, læraraskúlin í 1870, almúguskúlin í 1872, fyrsta blaðið, Dimmalætting í 1878 og Føroyingatíðindi í 1890, og í 1899 verður Háskúlin settur á stovn.

Upp gjøgnum 19. øld verður alt størri partur av fólkinum leysur av patriarkalsku, sosialu skipanini í gamla bóndasamfelagnum og verða óheftir løntakarar, arbeiðsfólk, handverkarar, útróðrar- og sjómenn. Av hesi gongdini kemur seint fram í øldini tørvurin fram um at taka seg saman í felagsskapir til tess at tryggja fíggjarliga atkomu til neyðugar heilsutænastur. Fyrsti sjúkrakassin kom í 1886 við nøkrum fáum limum, í 1913 vóru 4 við 633 limum, og í 1936 vóru 38 sjúkrakassar kring landið við 13.721 limum, svarandi til 92% av fólkinum yvir 19 ár.

Sjúkrakassarnir boða frá eini nýggjari tíð, tá karmar um sosialt samhaldsfesti vinnur fram. Um somu tíð taka arbeiðsmenn og handverkarar seg saman og stovna fyrsta fakfelagið, og verkamannarørslan verður ein týðandi táttur í samfelagsmenningini og slóðbrótari fyri sosialum framstigum.

5. Hvat eru útlitini?

Taka vit afturíaftur, um hvussu Føroyar hava flutt seg upp gjøgnum demografisku menningarstigini, er støðan tann, at vit enn eru á fjórða stigi, har føðitíttleikin er so mikið høgur, at hann gevur eitt burðaravlop, ið á leið vigar upp móti miðalárligu nettofráflytingini, sum hevur verið seinni árini.

Hvat eru so útlitini? Væntandi er, at føðitíttleikin framvegis fer at falla, í høvuðsheitum tí at ungu kvinnuættarliðini eru minkandi, m.a. av fráflytingini, og deyðstíttleikin fer framhaldandi at veksa, rætt og slætt tí tey gomlu verða ein støðugt størri partur av fólkatalinum. Tí er væntandi at eisini Føroyar fara at koma inn í fimta stigið í demografisku umbroytingini, har føðitíttleikin og deyðstíttleikin koma at umskarast, so burðaravlopið verður negativt, tvs at náttúrligi fólkavøksturin verður ein minking.

class=image-580px-breidd

Tað er í høvuðsheitum bara eitt, sum kann venda gongdini. Tað er spurningurin um, hvussu tað verður við fráflytingini úr Føroyum, tvs. hvussu tað eydnast at fáa fólk at støðast í Føroyum. Og hvussu tað eydnast at fáa tilflytingina at viga upp móti fráflytingini, og týdningarmiklast av hesum: afturflytingin av teim ungu - og har serliga teim ungu kvinnunum – sum á hvørjum ári fara úr Føroyum í útbúgvingar- ella øðrum ørindum.

Keldur:

Allar keldutilvísingar til innihald og grafiskar myndir eru at finna í teim fýra greinunum, sum henda greinin er ein samandráttur av:


Hava tit spurningar ella viðmerkingar, vinarliga send ein teldupost til Hans Paula Strøm

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum