Lønirnar farnar frá minus til plus

Higartil í ár hevur verið afturgongd í lønunum, men ein góður august hevur ført við sær, at nú er aftur framgongd í lønunum.

Í august vóru lønirnar 579 milliónir krónur, og tað var 39 milliónir meira enn í august í fjør. Hetta merkti, at samlaðu lønargjaldingarnar higartil í ár fyri fyrstu ferð síðan januar vóru størri enn sama tíðarskeið í fjør. Tó er vøksturin bert 0,4%.

Orsøkin til at lønirnar hava verið minni í ár enn í fjør er, at í februar var stór minking í fiskivinnuni vegna verkfall og húsagang. Annars hava lønirnar í fiskivinnuni verið áleið tær somu sum undanfarna ár, undantikið í august har stórur vøkstur aftur var í lønunum. Hetta førdi við sær, at lønarvøksturin fór úr ongum upp í 1,9%.

class=image-580px-breidd

Stór afturgongd innan fígging og trygging

Í privatu tænastuvinnunum er 20 milliónir krónur minni útgoldið higartil í ár, men minkingin er í høvuðsheitum savnað í vinnugreinini fígging og trygging. Higartil í ár eru útgoldnar 223 milliónir í lønum til banka og tryggingarfólk, og er tað 13 milliónir minni enn í fjør. Tað svarar til eina afturgongd upp á 5,7%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum