Fleiri løntakarar í tænastuvinnu

Í juni vóru 23.753 løntakarar og er tað um 640 færri enn í juni í fjør, ella ein minking uppá 2,6%. Í hesum tíðarskeiði hevur størsta afturgongdin tó verið fram móti februar í ár, og síðan tá hevur talið aftur verið veksandi.

Tað er framvegis væl færri til arbeiðis í fiski- og aðrari ráevnisvinnuni. Í februar í ár vóru 900 færri enn í juni í fjør. Men síðani er lagst til mánað fyri mánað, so nú eru um 500 færri. Annars er afturgongdin í byggivinnu og aðrari tilvirking, har eini 190 færri løntakarar eru nú.

Í 30 mánaðir upp í slag hava tað verið færri til arbeiðis í privatu tænastuvinnnunum, í mun til sama mánað árið fyri. Men nú í juni er gongdin vend. Tá afturgongdin byrjaði á sumri 2008 vóru stívliga 8.800 løntakarar í tænastuvinnunum. Í juni í fjør vóru tey eini 860 færri. Nú afturgongdin er steðgað, eru 31 komin aftrat til arbeiðis í hesum vinnum.

class=image-580px-breidd

Sjóflutningur veksur mest

Í privatu tænastuvinnunum eru tað framvegis fleiri vinnur sum hava færri løntakarar, men stóra framgongdin í sjóflutningi ger at tað samanumtikið er vøkstur.

Síðan juni í fjør eru 112 fleiri løntakarar komnir aftrat í sjóflutningi, tað er ein vøkstur upp á 15%. Sjóflutningur er nú næst størsta tænastuvinnugrein, bara handil og umvæling er størri.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum