Talið av fulltíðararbeiðsleysum vaks við 40 í november

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.723 í november, ið er 40 fleiri enn í oktober mánaða. Arbeiðsloysisprosentið var 6,3. Tað er 0,1 prosentstig meiri enn í oktober mánað.

Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, so vísir árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið 6,5 í november, tað sama sum í oktober. Býtt á kyn vóru 872 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 851 mannfólk í november. Hjá kvinnum vaks talið við 9 og hjá monnum við 31, samanborið við oktober.

Arbeiðsloysið seinastu tólv mánaðirnar

Arbeiðsloysið í  november var størri enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 212 fleiri fulltíðararbeiðsleys í november í ár, enn tað vóru í november í fjør. Hinvegin er arbeiðsloysið nú munandi minni enn tað var í februar  í ár (sí strikumynd).

Stóri vøksturin í arbeiðsloysinum, ið serliga tók seg upp eftir eftir húsagangin hjá Fiskavirking í november í fjør, var í hæddini í  februar. Arbeiðsloysið minkaði soleiðis við 583 fulltíðararbeiðsleysum frá februar til september. Men vend tykist at vera komin í, og arbeiðsloysið veksur aftur. Síðani september er arbeiðsloysið vaksi aftur við 140 fulltíðararbeiðaleysum.

class=image-580px-breidd

Strikumyndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið í omanfyrinevnda tíðarskeiði, býtt á sýslur. Arbeiðsloysið kvinkaði uppeftir í øllum sýslum uttan Suðuroyar Sýslu. Størsti vøksturin í tali var í Streymoyar Sýslu, meðan størsti lutfalsliga vøksturin var í Vága sýslu.

class=image-580px-breidd

Fyri at fáa eina meira samanberiliga lýsing av arbeiðsloysinum í ymisku økjunum vísir strikumyndin niðanfyri talið av fulltíðararbeiðsleysum í mun til fólkatalið í økjunum. Nú sær myndin heilt øðrvísi út, har arbeiðsloysið í Suðuroy framhaldandi liggur í serstøðu, væl omanfyri arbeiðsloysið í øllum hinum økjunum í landinum.

class=image-580px-breidd

Stabbamyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum, býtt eftir kyni. Hon vísir, at fleiri menn enn kvinnur vóru fulltíðararbeiðsleysir fram til mars í ár. So vendi henda gongdin í apríl. Í november vóru 21 fleiri fulltíðararbeiðsleys konufólk enn menn.

Síðan arbeiðsloysið var tað mesta í februar, eru 273  færri fulltíðararbeiðsleysir menn og 169 færri fulltíðararbeiðsleys konufólk, samanlagt 442.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum