Enn eitt ár við lítlari toskanøgd

Botnfiskanøgdin er minkað higartil í ár við einum góðum fjórðingi. Serliga er tað upsanøgdin, sum er munandi minni í ár í mun til í fjør. Vit hava fyrr á hesum stað nevnt møguligar orsøkir til, hví upsafiskiskapurin er so nógv lakari í ár enn undanfarin ár. Nakrar av grundunum eru óivað húsagangurin hjá Faroe Seafood, verkbannið fyrst í árinum, og tað, at fleiri av teimum trolarapørum, sum vanliga royna eftir upsa, hava roynt eftir makreli í ár.

Avreidda nøgdin av hýsu er minkað nógv í ár og er nú bert ein viðfáningur av tí, hon var fyri nøkrum árum síðani. Toskurin er ikki minkaður so nógv í ár í mun til í fjør. Men nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 6 árini  - ligið um 10-12 túsund tons.

Um samanborið verður við árini beint áðrenn aldarskiftið og nakað inn í nýggju øldina, so var tá avreitt tvífalt og trífalt meir av toski, enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.

Fiskaprísirnir hava yvirhøvur hilnast nakað betur í ár í mun til í fjør. Avreiðingarvirðið er ikki minkað so nógv sum nøgdin.

Nýggjastu avreiðingartølini frá januar til november 2011 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. 

class=image-580px-breidd