Eru føroyingar ríkir?

NB! Sí dagførda grein 24. januar 2012

Nettoognin hjá hvørjum einstøkum føroyingi verður í dag mett til at vera 46.000 kr. í útlendskum gjaldoyra. Av norðurlondum er tað bert Noreg sum hevur størri nettoogn í mun til BTÚ enn føroyingar. Nettoognin er helst umleið 2,2 milliardir í dag.

Gjaldsjavnin

Gjaldsjavnin hevði í 2010 eitt avlop á 785 milliónir í mun til eitt hall á 177 milliónir í 2009. Hetta stavar í høvuðsheitum frá øktum útflutningi, meðan innflutningurin ikki er broyttur stórvegis. Mett verður, at gjaldsjavnavlopið í 2011 er umleið hálva milliard.

class=image-580px-breidd

 class=image-580px-breidd

Gjaldsjavnin er ein uppgerð av samlaða handlinum Føroyar hava við umheimin í einum ári. Høvuðspostarnir í gjaldsjavnanum verða bólkaðir sum vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar og rakstrarflytingar.

Útflutningurin av vørum vaks við gott hálvari milliard í 2010 meðan innflutningurin vaks við 160 milliónum. Síðani 1998 er hetta fyrstu fer Føroyar hava eitt so stórt avlop av vøruhandlinum. Avlopið í vøruhandlinum var 460 milliónir.

class=image-580px-breidd

Størstu einstøku postarnir í tænastuhandlinum eru farmaflutningur, ferðing og byggitænastur. Avlopið av tænastuhandlinum er størt sæð óbroytt. Vit útflyta fyri eina milliard og innflyta fyri tvær.

class=image-580px-breidd

Inntøkuflytingar, sum er ein samandráttur av lønarflytingum og ognarinntøkum høvdu eitt avlop á knapt 507 milliónir.

Lønarflytingar eru keyp og søla av arbeiðsmegi millum Føroyar og umheimin. Lønarinntøkurnar stava frá lønum sum føroyingar fáa frá útlendskum arbeiðsgevara, herundir m.a DIS, NIS og útlendsk fiskiskip. Lønarútreiðslurnar eru lønir til útlendingar goldnar av føroyskum arbeiðsgevara. Útflutningurin av føroyskari arbeiðsmegi var knapt 900 milliónir meðan innflutningurin av útlendskari arbeiðsmegi var 175 milliónir.

class=image-580px-breidd

Ognarinntøkur eru uppgerð av inntøkum og útreiðslum av fíggjarogn. Fíggjarognir verða bólkaðar í beinleiðis íløgur, virðisbrøv, innlán og útlán.Samanlagt var avkastið av fíggjarogn eitt hall á 216 milliónir.

class=image-580px-breidd

Rakstrarflytingar eru uppgerð av veitingum til og úr útlondum, har onki beinleiðis arbeiðið ella annað avrik liggur til grund, so sum ríkisveitingar, pensiónir og endurtryggingargjøld. Vanliga eru rakstrarflytingar javnt stórar ár um ár. Tann størsti vanligi posturin undir rakstrarflytingum er heildarveitingin úr danska statskassanum. Tann stóra broytingin í 2002 stavar frá lækkingini av heildarveitingini, og broytingin í 2007 stavar frá óvanliga stórum skaðaendurgjøldum frá útlendskum endurtryggjarum. Avlopið av rakstrarflytingum í 2010 var gott 800 milliónir.Samlaða avlopið á gjaldsjavnanum í 2010 varð 785 milliónir og er hetta í mun til 2009, ein vøkstur á 961 milliónir.

class=image-580px-breidd

 class=image-580px-breidd

Ogn og skuld

Føroyska nettoognin í útlendskum gjaldoyra var knapt 1,7 milliardir í 2010 og mett verður at við ársenda 2011 er hon vaksin til 2,2 milliardir. Frá 2009 til 2010 minkaði skuldin við 614 milliónum meðan ognin vaks við 881 milliónum.

Nettoskuldin hjá tí almenna er vaksin til 672 milliónir, meðan hon hjá vinnufyritøkum er minkað til 1,1 milliard í 2010. Nettognin hjá fíggjargeiranum er knapt 3,1 milliard í 2010, meðan hon hjá húsarhaldum er 416 milliónir. Tann ógvusliga minkingin í nettogn hjá húsarhaldum stavar frá minni avkasti av partabrøvum og umlegging av sethúsaskuld frá føroyskari fígging til útlendska realkreditfígging.

class=image-580px-breidd

 class=image-580px-breidd

Sambandið millum gjaldsjavna og fíggjarstøðu

Teoretiskt sæð skal úrslitið av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans samsvara við nettobroytingina í ogn og skuld, tá sæð verður burtur frá kursbroytingum. Kursbroytingar skulu ikki teljast við í uppgerðini av gjaldsjavnanum. Gjaldsjavnaúrslitið samsvarar tí av góðum grundum mestsum ongantíð við nettobroytingina í ogn og skuld, tí kursbroytingar eru altíð í einum ári. Munurin í millum gjaldsjavnaúrslitið og nettobroytingina í ogn og skuld, er tí nettokursbroytingin.

Kursbroytingin skal tó tulkast við varsemi, tí ávís óvissa er knýtt at hesum uppgerðum. Tað er t.d. onki beinleiðis samband í millum uppgerðina av gjaldsjavnanum og uppgerðina av ogn og skuld. Harafturat er altíð nakað av upplýsingum sum ikki eru tøkir, tá uppgjørt verður. At óvissa er í hesum uppgerðum av gjaldsjavna og uttanlandsskuld, er ikki nakað eindømi fyri Føroyar. Tey flestu londini sum gera hesar uppgerðir, greiða frá hvussu stór henda óvissa er. Í Føroyum er ongin ítøkilig uppgerð av hesari óvissu.

class=image-580px-breidd

Fíggjarstøða føroyinga í mun til onnur Norðurlond

Stór broyting er hend síðani rakárini í hálvfemsunum. Tá ringast stóð til í 1992, var nettoskuldin 141% av BTÚ. Í 2010 høvdu vit eina nettoogn sum svarar til 13,6% av BTÚ. Sambært metingini av gjaldsjavnanum fyri 2011, og treytað av óbroyttari bruttotjóðarúrtøku, er nettoognin í dag vorðin knapt 18% av BTÚ. Av norðurlondum er tað bert norski oljurisin sum hevur størri óbrúkt fíggjarkrav móti útlondum enn føroyingar. Noreg hevði eina nettoogn á 94% av BTÚ, meðan nettoognin hjá Danmark og Finnlandi vóru ávikavist 10% og 9%. Svøríki hevði eina nettoskuld á 24% av BTÚ í 2010.

Tann íslendski búskapurin má sigast at verða í eini serstøðu. Í 2008 var íslendski búskapurin í fríum falli, frá einari nettoskuld uppá 112% av BTÚ í 2007 til 675% í 2008, og í 2009 var nettoskuldin 708%. Í 2010 er tó vunnið munandi innaftur, tó við einari nettoskuld uppá 606% av BTÚ.

class=image-580px-breidd

Í 1992 skyldaði hvør einstakur føroyingur í miðal 167.352 kr. í útlendskum gjaldoyra. Í 2010 átti hvør einstakur føroyingur í miðal 35.000 kr. Mett verður, at í dag eigur hvør føroyingur í miðal 46.000 kr. Upphæddirnar eru í ársins prísum.

Tøl viðvíkjandi Gjaldsjavnanum og Ogn og Skuld eru at síggja í hagtalsgrunninum.

Útgivið: 22. desembur 2011

Ábyrgd: Jón Joensen