Oljan dýrkað nógv seinasta árið

Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar av árinum er góðar 600 mió. kr. størri enn somu mánaðir í fjør. Av hesum vøkstri eiga olja og skip omanfyri helvtina.

Vinnan innflytir meir í ár. Alivinnan brúkar meira fóður, og sæst tað aftur í innflutninginum av fóðri. Eisini er innflutt meira tilfar til ídnaðin. Har er økingin  omanfyri 100 mió. kr.

Higartil í ár er innflutt fyri 979 mió. kr. av brennievni. Hetta er tað mesta nakrantíð fyri tíðarskeiðið jan. - okt. Tað er ein vøkstur á útvið 200 mió. kr. og kemur av príshækkingum, tí í litrum eru uml. 5% minni innflutt.

class=image-580px-breidd

Myndin niðanfyri vísur innflutningin av brenni- og gassolju seinastu 10 árini. Nøgdin er í dag áleið tann sama sum í 2002, meðan virðið er næstan trýfaldað. Oljuprísurin hevur sveiggjað nógv seinastu árini, og tað sæst eisini aftur á innflutningsvirðinum av brenni- og gassoljuni.

class=image-580px-breidd

Dagførdu innflutningstølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum